Konservativi svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, hevur í dag sagt seg úr embætinum.
Tað kemur fram í einum brævi til Ríkisdagin, sum Kristersson sjálvur hevur lagt út á X.
- Nú er tað ríkisdagsformaðurin, sum skal standa á odda fyri næsta stiginum í tilgongdini at skipa nýggja stjórn. Fyri at tað kann henda skjótast gjørligt, biði eg hervið um at vera loystur úr mínum skyldum sum forsætisráðharri, stendur at lesa.
![]()
Ulf Kristersson, Moderatarne, er ikki longur forsætisráðharri (Mynd: Nicolas Tucat/AFP/Ritzau Scanpix)
Allar atkvøðurnar frá ríkisdagsvalinum eru nú taldar upp, og fyribilstølini vísa, at reyð-grøni blokkurin vinnur valið tepurt, skrivar svenska sjónvarpið.
Atkvøðurnar fella soleiðis:
Sosialdemokratarnir: 28,0
Moderaterna: 19,8
Sverigedemokraterne: 17,5
Vensterpartiet: 8,4
Centerpartiet: 7,0
Kristendemokraterna: 6,2
Miljøpartiet: 6,1
Liberalerna: 5,3
Hetta geva flokkunum í reyð-grøna blokkinum, Socialdemokraterna, Vensterpartiet, Centerpartiet og Miljøpartiet 49,5 prosent av atkvøðunum og 176 limir í ríkisdegnum, meðan borgarligi blokkurin fær 48,8 prosent og 173 limir.
Harvið verður tað Magdalena Andersson, forkvinna hjá sosialdemokratunum, sum nú skal skipa nýggja svenska stjórn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald