2020-06-23 17:26

Í gjár herjaðu fyrstu liðini hjá Ung í Arbeiði á at fríðka ymsastaðni í kommununi. Tey skulu arbeiða frá í dag fram til 3. juli, og arbeiða frá klokkan 09 til 15, seks tímar, hvønn dag. Hatta svarar til 60 tímar.
Tórshavnar kommuna skrivar, at tey ungu gera smáar umvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað. Arbeiðið er skipað soleiðis, at tey ungu sleppa til arbeiðis tvær vikur í part. Næstu toymini fara í gongd 6. juli.
Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin hjá Havnar Arbeiðarafelag.
Hesi eru farin til verka í Jørundargøtu í Hoyvík, har tey vóru farin at hampa uppá fríøkið og spæliplássið (Mynd: torshavn.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald