Mentan

"The Crown" fekk fleiri stórar Emmy-virðislønir

Í nátt vóru Emmy-virðislønirnar handaðar í Los Angeles, og Netflix-røðin um bretska kongshúsið vann m.a. fyri "besta dramarøð"

Olivia Colman, ið hevur leiklutin sum Elizabeth drotning í

Olivia Colman, ið hevur leiklutin sum Elizabeth drotning í "The Crown" vann í nátt eina Emmy fyri "besti kvinnuligi sjónleikarin í dramarøð" (Mynd: EPA)

2021-09-20 08:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt vórðu ársins Emmy-virðislønirnar handaðar í Los Angeles. Hetta er kvøldið, har sjónvarpsrøðir, og sendingar, sum verðar vístar í bestu senditíð, verða heiðraðar. Í hesum sambandi var tað Netflix-røðin "The Crown", sum fór av stað við fleiri stórum virðislønum.

Røðin um bretska kongshúsið vann m.a. í bólkinum "besta dramarøð", og er hetta størsta virðislønin, sum ein Netflix-filmur ella røð hevur fingið, skrivar Ritzau.

"The Crown" var tilnevnd í fleiri bólkum. Olivia Colman, sum spælir Elizabeth drotning í røðini, vann eisini virðislønina fyri "besti kvinnuligur sjónleikari í dramarøð", meðan Josh O'Connor, sum spælir Charles prinsur, fekk heiðurin sum "besti mannligur sjónleikari í dramarøð".

Vinnarin í bólkunum "besti mannligur hjáleikari í dramarøð" og "besti kvinnuligur hjáleikari í dramarøð" gjørdust eisini sjónleikarar úr "The Crown.

Orsakað av koronu var Emmy-handanin hildin uttandura, og eisini vóru færri gestir enn vanligt. Umframt hetta var krav fyri, at gestir skuldu vera koppsettir fyri koronu og hava latið seg kanna áðrenn tiltakið.

Her sæst eitt yvirlit yvir øll, sum vunnu eina Emmy í nátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder