Mentan

"The Islands and the Whales" í uppskoti til Emmy virðisløn

Heimildarfilmurin um grindadráp varð tikin upp í Føroyum frá 2011-2014

Skermmynd frá

Skermmynd frá "The Islands and the Whales"

2018-07-27 09:14 Author image
Oda Strøm
placeholder

Mike Day, sum fyrr í ár fekk Ársins Andøvsfisk frá Filmsfelagnum, sum Grindamannafelagið stuðlaði við 5000 krónum, er nú í uppskoti at fáa Emmy virðislønina í bólkinum "Outstanding Science and Technology Documentary" fyri heimildarfilmin The Islands and the Whales. Tað boðaði virðislønarnevndin frá í tíðindaskrivi í gjár.

The Islands and the Whales, sum Mike Day tók upp í Føroyum frá 2011 til 2014, varð frumsýndur í Filmsfelagnum 9. august í 2016 og hevur eisini verið vístur í Havnar Bio. Filmurin fekk fyrr í ár eina Peabody virðisløn, skrivar birkblog.

Emmy-handanin verður mánadagin 1. oktober í hølunum Jazz at Lincoln Center’s Frederick P. Rose Hall í New York City, har fleiri enn túsund sjónvarps- og tíðindafólk longu hava boðað frá luttøku.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder