![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Komandi vikurnar fer Thetis at gera koronakanningar kring allar Føroyar. Hesum boðar Thetis frá á Facebook í dag.
– Fleiri og fleiri kommunur og virkir vilja at borgarar og starvsfólk teirra vera kannað fyri koronu. Thetis hevur nú eina far-eind, sum fer at koyra til flestu økir í Føroyum at gera kanningar. Við hesum sleppa fólk á smærri plássunum í landinum undan at ferðast til Havnar at lata seg kanna.
Í dag hevur Thetis verið og kannað í Norðragøtu uttanfyri bygdarhúsið. Mikumorgunin klokkan níggju verður Thetis á Eiði uttanfyri húsið við vøllin á Hólmanum, og hósdagin verða kanningar gjørdar í Vági við Pálshøll.
Frammanundan hevur Thetis eina kanningarstøð í Havn og eina á flogvøllinum í Vágum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald