Innanlands

Thetis bjóðar børnum til tunnusláttur á Tvøroyri

Sunnuslátturin verður seinnapartin sunnudagin

2020-02-20 12:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Enn einaferð heldur danska sjóverjan føstulávintssiðvenjuna, og bjóðar børnunum í oynni umborð til tunnusláttur. Í ár er tað HDMS Thetis, ið seinast var her í 2015, ið leggur at Tvørakei.

Tunnuslátturin verður sunnudagin, og fólk eru vælkomin umborð frá kl. 13:30 og so byrjar tunnuslátturin kl. 14.

Børnini verða altíð væl móttikin av manningini, ið veruliga tykist at njóta tað, at skipa fyri einum tílíkum tiltaki. Hetta er ivaleyst eitt kærkomið frávik frá vanligu uppgávunum í tí baldruta Norðuratlantshavinum. HDMS Thetis F357 varð tikin í nýtslu 1. juli 1991, og hevur verið í nýtslu síðan.

Skipið er 112,3 metrar langt og 14,4 metrar breitt. Umborð búleikast 57 fólk og megnar skipið at flyta hesi aftur og fram við einari toppferð á 22 knob. Thetis leggur væntandi at Tvørakei kl. 10 fríggjamorgun og fer avstað aftur mánamorgunin.

Veðurforsøgnin boðar frá fitt av vindi sunnudagin og 3-4 stig, og hóast tað skjótt kann broytast, so verður heitt á fólk um at lata seg í eftir umstøðunum.

Tíðindaskriv frá Tvøroyrar Kommunu 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder