Vanligt hevur tað mest verið ferðafólk, sum kanningarstovnurin Thetis hevur kannað fyri korona, men síðan koronasmittan aftur er byrjað at gera um seg í Føroyum, hava nógv onnur vent sær til Thetis við ynskinum um at verða kannað.
Í gjár, hósdagin, vórðu 1.143 kanningar gjørdar hjá Thetis, og hjá kanningarstovninum er talan um eitt met, sigur Marita Debess Magnussen, stjóri.
Marita Debess Magnussen sigur við Portalin, at talið hevur verið vaksandi síðan korona er komið aftur í samfelagið. Áðrenn var tað mest kanningar av ferðafólkum, sum tey tóku sær av, og tá lá talið á kanningum á 3-400 um dagin. Týsdagin vóru fleiri enn 600 kanningar gjørdar, og mikudagin var talið yvir 700.
– Fyrsta dagin aftaná smittan varð staðfest vóru fleiri hundrað fólk, sum ynsktu at verða kannað. Áðrenn hevur dagliga talið ligið um 30, sigur stjórin í Thetis.
Hvussu nógvar kanningar stovnurin hevur avgreitt higartil í dag veit hon ikki at siga, men bíðirøðin tykist at gerast longri, sigur hon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald