Mentan

Tí veitst tú ongantíð hvønn film tú skalt velja á Netflix

Ov nógvir valmøguleikar hava neiliga ávirkan á lívsgóðskuna, heldur sálarfrøðingur

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2018-08-04 20:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skalt tú velja ein actionfilm, kærleiksfilm ella stand-up skemt? Dámar tær betur Tom Cruise ella Jennifer Aniston?

Við tænastum sum Netflix, HBO og Viaplay, hevur tað ongantíð verið lættari at koyra undirhald á skíggjan.

Fleiri túsund filmar og røðir eru tøkar hjá tær at velja ímillum, men kortini brúkar tú eina øld uppá at velja, hvat tú skalt hyggja eftir, og kanska gevur tú upp og fer á Facebook í staðin.

"Orsøkin er, at tú brúkar mentala orku uppá at taka eina avgerð, og tess fleiri møguleikar tú hevur at velja í, tess meira orku brúkar tú," sigur Ebbe Lavendt, sálarfrøðingur við DR.

"Tað kann kennast óyvirsýniligt at hava so nógv at velja í. Til endast velur tú bara ikki at taka nakra støðu," sigur hann.

Nógvu møguleikarnar kunnu eisini fáa teg at hugsa um alt tað, tú hevur valt frá. Tá tú endiliga hevur tikið eina avgerð, hugsar tú kanska meira um allar filmarnar og røðirnar, tú kundi havt hugt eftir í staðin.

"Tey, ið einki hava at velja í, eru sum oftast meira nøgd. Tey ganga nevniliga ikki og hugsa um, at tey kanska áttu at valt nakað annað, enn tey gjørdu," sigur Ebbe Lavendt.

Nógv vilja helst vera við, at tað at skula velja filmar á Netflix er ein luksustrupulleiki, um tað yvirhøvur er ein trupulleiki. Men tað sæst allastaðni í samfelagnum, at fólk hava ov nógv at velja í. T.d. tá ung skulu velja, hvørja útbúgving tey skulu søkja inn á.

"Um abbi tín fór til skips, tí pápi hansara eisini sigldi, so var tað eitt lætt 'val'. Men í dag hava tey ungu so nógv at velja í, at tey mugu hava vegleiðing. Tey ivast, gevast í skúlanum og velja okkurt annað," sigur Ebbe Lavendt.

"Hugsar man um frælsi er tað at hava nógv at velja í sera gott, men tað er tað kanska ikki, um man hugsar um lívsnøgdsemi," leggur hann afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder