
Fólk flyta úr bygd og í bý. Útoyggjarnar stríðast fyri lívinum. Vit tosa um ta gomlu tíðina. Menniskju koma og fara. Men minnini liva.
Í gjár kom nýtt sjónbandalag út til sangin "Tíð at liva".
Talan er um eitt samstarv millum Magna Christiansen og Steintór Rasmussen, sum kom í lag, tá svínoyingurin í Havn, Sjúrður Jacobsen, fyri trimum árum síðani gjørdist ólekiliga sjúkur. Hansara vón og ynski var at fáa ein sang skrivaðan um sína kæru heimbygd og ta tíðina, tá ið fólk høvdu stundir at liva.
Sum sagt so gjørt. Sangurin varð innspældur á heysti 2022. Og nú sløk trý ár seinni hava Magni og Steintór verið úti í Svínoy við navnframa myndamanninum Eyðbjørn Jaocsen, sum hevur filmað og sett saman eitt sjónbandalag til minnis um eina góða og farna tíð.
Sangurin kann nú síggjast á YouTube, og sæst eisini omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald