2020-08-05 13:55
Klokkan 15.00 í dag verður tíðindafundur í Kringvarpinum, har tað verður kunnað um støðuna við korona, nú smittan aftur er í landinum.
Á tíðindafundinum verða Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, Michael Boolsen, formaður í Epidemikommissjónini og Landslæknin Lars Fodgaard Møller.
Kringvarpið sendir beinleiðis frá tíðindafundinum í útvarpi og sjónvarpi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald