Uttanlands

Tíggju ára fongsul til fyrrverandi bolivianskan forseta

Jeanine Añez varð í nátt funnin sek í at hava framt eitt kvett í 2019, tá fyrrverandi forsetin, Evo Morales legði frá sær eftir at vera ákærdur fyri valsvik

Jeanine Añez (Mynd: EPA)

Jeanine Añez (Mynd: EPA)

2022-06-11 14:13 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein dómstólur í Bolivia hevur í nátt funnið Jeanine Añez, fyrrverandi konservativa forsetan í landinum, seka í at hava framt eitt kvett, áðrenn hon yvirtók valdið í 2019.

Sambært DR hevur hon fingið tíggju ára fongsul fyri at hava "tikið avgerðir, sum eru í stríð við grundlógina" og fyri at hava "misrøkt sínar skyldur".

Umframt Jeanine Añez vórðu ein fyrrverandi hernaðarleiðari og fyrrvernadi løgregluovasti eisini funnir sekir.

Jeanine Añez gjørdist forseti, tá fyrrverandi forsetin, Evo Morales legði frá sær og fór í útlegd í kjalarvørrinum á umstrídda forsetavalinum á heysti í 2019, har hann varð ákærdur fyri valsvik. Eftir hetta undirskrivaði hon eina lóg, sum ógildaði úrslitið av forsetavalinum í oktober og samstundis forðaði valevnum í at stilla upp, um tey høvdu sitið við forsetaembætinum seinastu tvey valskeiðini. Evo Morales, sum hevði verið forseti í nærum 14 ár, varð sostatt forðaður í at stilla upp.

Jeanine Añez varð virkandi forseti fram til oktober 2020, tá sosialiski flokkurin MAS – flokkurin, sum Evo Morales eisini umboðaði – vann nývalið. Tað gjørdist Luis Arce, sum vann forsetavalið, og hevur hann verið forseti í Bolivia síðani.

Verjin hjá Jeanine Añez sigur, at dómurin verður kærdur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder