2023-11-08 09:10
Listin við akførum, sum standa til at missa nummarpláturnar komandi tíðina, er langur. 19. oktober fekk løgregan nevniliga 641 mál frá Akstovuni um vegskattaeftirstøður fyri seinna hálvár 2023.
Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu, verða nummarplaturnar tiknar.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at tey aftur í nátt hava verið úti og klipt nummarplátur - hesa ferð í miðstaðarøkinum, og tíggju sett vórðu tikin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald