Innanlands

Tíggju TeenStreet Life legur fyrst í august

22 samkomur hava boðað frá luttøku til TeenStreet sum í ár ikki verður í Týsklandi, men býtt í smærri legur kring Føroyar

(Mynd: Om.fo)

(Mynd: Om.fo)

2020-07-16 13:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Millum 4. og 8. august verða Teen Street Life legurnar. Vanliga er TeenStreet legan í Týsklandi, men soleiðis er ikki í ár.

Hon verður í staðin her í Føroyum, og verður hildin í samkomum.

Samkomurnar skulu hvør í sínum lagið skipa eina lítla legu á staðnum. Samkoman hevur stóra ávirkan á, hvussu legan verður samaskrúva við túrum, legubáli, fyrilestrum, ítrivi, undirvísing, sangi og so víðari.

OM Føroyar skrivar á heimasíðuni at 22 samkomur hava boðað frá luttøku, og at tíggju ymiskar legur verða kring landið.

Her vera legurnar

  • Tvær á Toftum, í Nebo og Thabor
  • Betesda í Klaksvík
  • Mizpa á Eiði
  • Tórshavn
  • Í skúlanum í Sørvági
  • Í missiónshúsinum á Strondum
  • Keldan í Skálafirði
  • Bethel í Vági
  • Gøta Leirvík og Fuglafjørður, í Miðnámi á Kambsdali

Til ber at melda seg til legurnar á teenstreet.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder