8. mai á sjálvum 75 ára degnum fyri degnum, tá friður aftur var í Evropa eftir annan heimsbardaga, fekk Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík eina serliga heilsan.
Heilsanin var frá borgarstjóranum í Pushkin-økinum í russiska stórbýnum Sankta Pætursborg, Vladimir V. Omelnitskiy.
Í januar var borgarstjórin í Klaksvík við fylgi í Sankta Pætursborg og skrivaðu undir vinabýaravtalu millum Pushkin og Klaksvík. Føroyska sendinevndin varð sera væl móttikin, og stórar vónir eru til vinabýarsamstarvið, sum ikki rættiliga er komið í gongd enn, orsaka av teimum avmarkingunum, ið settar eru í verk í sambandi við koronasmittuna.
Les eisini: Klaksvík og Sankta Pætursborg eru nú vinabýir
Sum vera mann er kríggið nógv størri í tilvitskuni hjá russum, enn tað er í Føroyum, og tí er eyðsæð, at dagurin 8. mai varð hildin í nógv størri álvara, enn hann varð hildin heima hjá okkum. Borgarstjórin í Pushkin dró eisini parallellir til korona farsóttina, og tað er eisini eyðsæð, sambært skrivi hansara, at tíðindini um at Føroyar nú eru smittufríar, ikki eru nádd til Sankta Pætursborg enn.
Tignarliga heilsan er soljóðandi (í leysligari umseting):
”Til borgarstjóran í Klaksvík, Jógvan Skorheim
Vegna borgararnar í Pushkin-økinum í Sankta Pætursborg og egna vegna beri eg kvøður á 75 ára degnum fyri sigurin á fascismuni.
Hesin dagur er fyltur við gleði og stoltleika yvir brøgdini hjá veruliga hetjuættarliðnum, ið vardi heimland sítt og fríaðu Evropa. Vit vilja altíð goyma í hjartanum minnið um teirra dirvi, teirra halgan til uppgávuna og kærleikan til Móðurlandið. Lat henda týðandi dag geva tykkum styrki og megi fyri skapandi arbeiði, landinum at frama.
Vit skulu minnast eina av týdningarmestu lærunum frá hasum krígnum – at standa saman móti felags hóttanum og sameinast fyri at náa tí máli vit ynskja.
Mítt ynski er, at tit sum skjótast vinna á avbjóðingunum, ið heimsumfatandi farsóttin hevur við sær, endurvinna vælveru og framgongd og at serfrøðingarnir (læknarnir), ið ósjálvsøknir berjast fyri lívinum hjá teimum sjúku í hesum truplu tíðum, mugu hava tol og styrki.
Eg eri sannførdur um, at vit í felag kunnu vinna nýggjan sigur í stríðnum móti eini felags vanlukku.
Við bestu kvøðum
ovastin fyri umsitingini í Pushkin-økinum í Sankta Pætursborg
Vladimir V. Omelnitskiy”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald