2020-11-15 09:58

Í nátt hevur verið stak friðarligt, upplýsir løgreglan.
Fólk hava verið í býnum, og í hesum sambandi hevur eisini verið neyðugt at senda sjúkrabilar eftir fólki, sum vóru dottin, umframt at løgreglan hevur koyrt onkur full fólk heim.
Um klokkan eitt í nátt fekk ein persónur í Havn eisini bót fyri brot á politiviðtøkurnar fyri ófantaligan atburð.
Eisini kannaði løgreglan ferðsluna í Sundalagnum, og í hesum sambandi kom patruljan hjá løgregluni um klokkan hálvgum trý fram á ein førara, sum koyrdi við kenning.
Blóðroynd er tikin av føraranum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald