2025-08-20 08:56

Løgreglan boðar í morgun frá, at eitt mál um stuldur fyri nakrar túsund krónur var í gjár, týsdagin.
Talan var um ein handil í høvuðsstaðnum, sum millum annað selur elektronikk, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Viðkomandi varð tikin í økinum við handilin, tí vakmyndatól vísti greitt, hvat var farið fram.
Maðurin verður skuldsettur fyri stuldur.
Annars vóru tvey lítil ferðsluóhapp í Havn í gjár, men vaktleiðarin staðfestir, at tað hvørki var persónsskaði ella materiellur skaði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald