
Tvey ferðslumál vóru í Hoyvík/Hoyvíkshaganum í gjár. Hetta upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
Í fyrra førinum tók løgreglan ein bilførara, sum koyrdi væl yvir 60 km/t á Havnavegnum - nýggja innkomuvegnum í Hoyvíkshaganum.
Har er niðursett ferð, og harvið fær ein persónur nú bót og klipp fyri at koyra ov skjótt har.
Ein annar bilførari kann enda við at fáa treytaða frádøming fyri atgerðir sínar í gjár, greiðir vaktleiðarin frá.
Viðkomandi helt ikki víkiskylduna á Vegnum Langa í Hoyvík, og hetta hevði eitt ferðsluóhapp við sær.
Har var tíbetur eingin persónsskaði, sigur vaktleiðarin. Talan var um eitt víkiskylduóhapp - málið fer nú víðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald