Innanlands

Tikin fyri rúsdrekkakoyring

Í nátt varð ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður í Havn, og nakrir útlendingar vóru eisini handtiknir, tá teir ikki vildu fara av einum skeinkistaði

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-10-08 13:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt varð ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Hetta hendi í høvuðsstaðnum um fýra-tíðina.

– Bilførarin blásti í alkometrið, og tað vísti væl yvir tað loyvda, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at talan var um ein útlending.

Løgreglan tók hann við á støðina at sova rúsin av sær, og fær hann eina bót.

Klokkan tvey vórðu nakrir útlendingar eisini handtiknir, tá teir ikki vildu akta boðunum frá vaktunum á einum skeinkistaði í Havn um at fara av staðnum.

Teir vórðu seinni leyslatnir aftur, og kunnu teir vænta sær eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder