Innanlands

Tikin fyri rúsdrekkakoyring

Nógv fólk hava verið í býnum í sambandi við Voxbotn, men kortini hevur verið rættiliga friðarligt, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-06-24 11:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið er Voxbotn í Havn, og í hesum sambandi hava nógv fólk verið í býnum.

Kortini hevur tað verið rættiliga friðarligt í nátt, sigur løgreglan.

Um fýra-tíðina í nátt varð ein bilførari í høvuðsstaðnum tikin fyri rúsdrekkakoyring. Blóðroynd er tikin av honum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum. 

Eisini kannar løgreglan eitt møguligt harðskapsmál, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder