2025-09-20 10:37

Sambært løgregluni hevur náttin verið rættiliga friðarlig. Tó hevur løgreglan skrásett tvey mál í nátt.
Stutt fyri klokkan eitt í nátt varð ein bilførari í Klaksvík tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.
Førarin varð handtikin, blóðroynd varð tikin, og er hann nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Nakað eftir klokkan tvey í nátt var ein bilur steðgaður av løgregluni, og har vísti tað seg, at ein persónur í bilinum hevði nakað av hassji uppiá sær.
Løgreglan legði hald á hassjið, og viðkomandi er nú skuldsettur fyri brot á lógina um rúsevni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald