2023-07-01 11:08
Seinasta samdøgrið hevur løgreglan tikið tveir bilførarar fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka.
Tann fyrri varð tikin í gjárkvøldið um klokkan 19.30, og tann seinni varð tikin um fýra-tíðina í nátt.
Hetta var á ávikavíst Oyggjarvegnum og í Havn, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini í Havn og leggur afturat, at tað annars hevur verið rættiliga friðarligt í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald