Mentan

Til minnis um Hákun Mortensen

Takk fyri allan lærdóm og kærleika. Hákun Mortensen, rør og blikksmiður, úr Havn, andaðist á Landsjúkrahúsinum í gjár, 4. februar

2022-02-05 19:25 Author image
Minningarorð / Kiran Jóanesarson
placeholder

Í gjár andaðist Hákun Mortensen, abbi, á Landsjúkrahúsinum, 90 ára gamal.

Abbi vaks upp í Grím Kambansgøtu í Havn og var næstyngstur av heili 12 systkjum. Teir vóru níggju beiggjar og tríggjar systrar.

Abbi fór sum einans 13 ára gamal í læru sum blikksmiðjur hjá Mariu Poulsen, har hann eisini starvaðist í fleiri ár eftir læritíðina, til hann byrjaði at arbeiða fyri seg sjálvan sum rørleggjari. Hann hevur lagt nógv arbeiði eftir seg runt umkring í landinum. 

Eg havi verið fleiristaðni, har tað er blivið nevnt – tá ið tey hava frætt, at hann er abbi mín – at hann hevur lagt sentralvarman har ella gjørt okkurt rørarbeiði í húsunum hjá teimum ella onkrum, sum tey kenna. 

Handverkaraevnir hevði hann sum fáur. Serliga dámdi honum væl at gera smykkur og ymiskt annað úr hvalatonnum ella hvalabeinum, og hevur hann givið nógvar av hesum út sum gávur. Eisini er hann kendur fyri at hava gjørt fleiri grindaknívar. 

Abbi møtti ommu 50-unum, og í 1960 giftust tey og fluttu tey inn í lítlu og hugnaligu húsini í Torfinsgøtu 28. Seinni sama ár fingu tey fyrstu dóttrina, Elsebeth mostur.

Trý ár seinni kom næsta dótturin, Diana (mamma), og tá valdu tey at steðga við børnum. Saman skaptu omma og abbi bestu og tryggastu karmarnar fyri døtur sínar.

Abbi var íðin HB-ari og var til meginpartin av dystunum hjá besta liðnum. Abbi var eisini fimleikari og gjørdi fimleik hjá Havnar Fimleikafelag, líka inntil hann var væl omanfyri 80 ár. 

Hóast hann gavst við fimleikinum, dámdi honum sera væl at sleppa ein túr niðan á plenuna í Gundadali, har elsti abbasonurin, Niklas, var raskur at taka hann við, tá ið dystir vóru.

Seinastu árini var abbi ikki til nógvar útidystir, men hann vildi sera fegin sleppa til heimadystirnar. Orkan fór tó eisini til hetta fyri eini tíð síðani, og abbi hevur seinastu tíðina heldur fylgt við í sjónvarpinum, hvussu tað gekk hjá HB.

Tá ið abbi byrjaði at arbeiða fyri seg sjálvan, so var skjótt, at hann fekk ein sera breiðan kundaskara. Hann hevði altíð úr at gera, men hevði framvegið tíð til at koyra ommu til arbeiðis, heinta hana og keypa inn við henni hvønn gerandisdag.

Familjan kom altíð fryst.

Tá ið man sum barn var hjá ommu til døgurða aftaná skúlatíð, bleiv ikki sett á borðið, fyrr enn abbi kom heim til døgurða, og so skjótt man hoyrdi eyðkenda motorin á Subarubilinum hjá honum, visti man, at hann var í ferð við at parkera bilin í túninum og klárt var at eta. Tað besta var, um hann hevði tíð at koyra ein heim aftaná døgurðan, so man slapp undan at taka bussin, men um tú ikki takkaði fyri, tá ið hann setti teg av, so fekst tú sanniliga – og uppiborið – at hoyra fyri tað. Eisini tað legði tú í okkum sum børn.

Tú var familjumaður við stórum F, og ofta plagdu vit at tosa um familju saman. Meginparturin av systkum tínum vóru farin, tá ið eg fekk áhuga fyri familju, og tí var tað altíð líka hugaligt at fáa søgur frá tær og ommu. Undarligt at ímynda sær at tað hava verið níggju sum tú: lítlir, forvitnir og altíð klárir við einari góðari viðmerking. Og eisini tríggjar systrar, sum høvdu sama sinnalag.

Fyri nøkrum árum síðani, tá ið mamma var niðri á Ríkissjúkrahúsinum, vóru eg og babba við í Danmark. Eg sat í túninum saman við nøkrum øðrum gestum á Hotel Tórshavn og prátaði. 

Har sat ein fryntligur maður og tosaði eitt sindur harðari enn hini, og einaferð geri eg eina eitt sindur spíska viðmerking til okkurt, sum hann segði. Løtu seinni tømi eg kaffikoppin og fari inn. Eg leggi til merkis, at hesin maðurin kemur aftaná mær, og tá ið vit báðir so eru inni í køkinum, sigur hann við meg:

“Tú brúkti teg uttan fyri har”. 

Eg svari róliga aftur, men framvegis við einum lítlum spískum tóna. 

“Hygg! Aftur har. Soleiðis hevur bara ein tosað við meg fyrr, hvussu æt hann? Mortensen var eftirnavnið”.

Eg smílist og spyrji so, um tað kundi vera talan um Hákun Mortensen úr Havn? 

“Ja, har var navnið!” Bara Hákun Mortensen hevði svarað honum soleiðis fyrr.

Tú skuldi havt sæð andlitið á honum og hoyrt flennið, tá ið eg fortaldi honum, at tú var abbi mín.

Hetta prógvar, at hóast eg sum ættleiddur ikki havi genini hjá Mortensenfamiljuni, so hevur tú lært og ávirkað meg nógv.

Eg bleiv tó ikki handverkari, men havi verið við tær og arbeitt nakrar ferðir. Hóast tað ikki hevði mín stóra áhuga, lærdi eg nógv, tí annars fekk eg av at vita, tá ið vit fóru til ommu at eta døgurða, so har var bara eitt at gera: at fylgja væl við og vita, nær tú hevði tørv á amboðum ella einum at halda í.

Hóast nógva gleði og kærleika, so slapst tú ikki snikkaleysur ígjøgnum lívið. Tú var heilt ungur, tá ið tú misti pápa tín, og tú hevur mist øll systkini og eisini svágrarnar. Men tað harðasta tú hevur upplivað, er størsta sorgin, foreldur kunnu ímynda sær. Fyri júst fimm árum síðani, tann 9. februar mistu tit yngru dóttrina, sum einans bleiv 53 ára gomul, tá ið mamma andaðist eftir drúgva sjúkralegu.

Abbi var ein fantastisk hjálp, tá ið mamma hevði tørv á tí, og tá ið mamma skuldi koyrast til venjingar, kanningar ella bara vildi ein biltúr, so tveitti abbi tað, hann hevði í hondunum og kom henni til hjálpar, um vit nærmastu ikki kundu fara við henni. Hetta er nakað, sum vit hava takkað honum alt ov lítið fyri, men sum vit sjálvandi eru so sera takksom fyri. 

Abbi stendur nú undir børu og fer til gravar á sjálvum 5-ársdegnum hjá mammu tann 9. februar. Tað er tó ein troyst, at tey nú sita saman aftur og hyggja niður á okkum og fylgja við okkara gerandisdegi frá einum øðrum sjónarhorni.

Eg fari hervið at lýsa frið yvir minnini um høgt virda og elskaða abba mín, Hákun Mortensen, og takka fyri alla hjálp vit hava fingið seinastu tíðina. 

Serliga fer ein tøkkk til B6 á Landsjúkrahúsinum, sum hevur tikið sær so væl av abba seinastu dagarnar. 

Kiran Jóanesarson

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder