Innanlands

Til minnis um Njál

-

2024-05-06 16:41 Author image
Minningarorð / Heðin Mortensen
placeholder

Vegir, brýr og bygningar skapa ikki í sjálvum sær býin, um ikki sosial umsorgan og kærleiki til sjálvt menniskjað leggur gróðrarbotn fyri trivnaðinum. 

Frelsunarherurin sær einstaka menniskjað sum eina heild, við likamligum, sálarligum og sosialum tørvi, sum hongur saman, og tí hevur Frelsunarherurin frá byrjan javnsett kristniboðan og næstrakærleika sum tvær síður av somu søk.

Frelsunarherurin var altíð mitt í okkara lítlu verð, sum ikki rakk serliga langt út um miðbýin. Vit vóru ongantíð so langt burtur, at vit ikki hoyrdu Kalla blása í trompetina. Vit spældu í túninum hjá Frelsunarherinum og tónleikur og sangur dró okkum innar á ungdómsmøti og til onnur tiltøk.

Gjøgnum allan uppvøksturin og alt mítt vaksna lív hevur Frelsunarherurin verið ein føst býarmynd á ólavsøku, vanligar sunnudagar og til onnur átøk. Og vit báðir Njál hava havt tað til felags, at vit onga ólavsøku hava lagt burturímillum í meira enn hálva øld.

Kenslan av at vera niðri í býnum til høgtíðir, stevnur og vanlig vikuskifti er óloysiliga knýtt at hjáveru Frelsunarhersins. Frelsunarherurin hoyrdi til. Njál hoyrdi til. Sálarhitin ein kendi, tá hornorkestrið í marsjtakt fyri fullum drøni kom blásandi sálmin "Breiðið krossins merki út" oman á Vaglið, og mann kendi seg upplyftan og sum part av hægri eind.

So mong okkara hava upplivað og ruddiliga staðfest, at hjá Frelsunarherinum lekur ikki millum teori og praksis, tí her eru teori og praksis so óloysiliga knýtt saman: Frelsunarherurin boðar ikki bara gleðiboðskapin, men livir hann í praksis, persónliga og sosialt.

Njál leitaði sær íblástur frá teimum fyrstu kristnu, og heilt uttan at gera mannamun grundaði hann alt sítt virki á, at øll menniskju eru skapt av Gudi og tí hava friðhalgað virði. Tí hevur Frelsunarherurin boðið høgum sum lágum ‘suppu, sápu og sálarbót’, sum tikið verður til. 

Og vit mugu staðfesta, at grundleggjandi tørvir mugu nøktast, fyri at røkka menniskjum við tí góða boðskapinum. Tann svangi fær at eta. Tann kaldi fær hita, og tann nakni verður ílatin. Tann einsami fær vinir og umsorgan. 

Sterkast í minninum hjá teimum flestu stendur Njál Mackay Djurhuus sum klára røddin við tí einfalda boðskapinum, sum í fleiri enn fimti ár ólavsøkukvøldini við stórari áhoyrarafjøld skar seg gjøgnum levint og gang frá veitsluhaldinum á Vaglinum.

Fá hava útint tað, sum Njál og konan Erna lítillátin og eyðmjúk hava megnað. Tey halgaðu lívið til Frelsunarherin og virkaðu mesta av teirra virkna lívi fyri Fyrlyset í Urtegata í Oslo í arbeiði fyri heimleys, drykkjufólk og narkomanar.

Fyri virki teirra vórðu tey heiðrað við gullheiðursløn Harald kongs. Bøkur eru skrivaðar um tey á norskum og føroyskum. Í Havnini er Frelsunarherurin framvegis ein virkin partur av trúar- og mentanarlívinum og virkin í ólavsøkuni.

Kona Njál, Erna, andaðist í 2016. Á ólavsøku 2021 fekk Njál viðurkenning frá Tórshavnar býráð fyri trúfasta tænastu. Í grundgevingini varð sagt, at Njál er ímyndin av verja teirra veiku. 

Njál hevur livað sína trúgv millum fólk á lívsins skuggasíðu. Við súpan, einum breyðbita, klædnavaski og hita, tí góða orðinum og umsorgan í yvirmát, hava Njál og Erna veitt teimum allarveikastu linna og troyst í neyðini. 

Stórur saknur verður í Njál, ikki bara á ólavsøku, men yvirhøvur. Vit fara eisini at sakna hann at støkka inn á Ráðhúsið til eitt hugnaligt prát. Máttu øll tit mongu avvarðandi funnið ugga og troyst.

Friður veri við minninum um Njál Mackay Djurhuus.

Heðin Mortensen
borgarstjóri 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder