2022-12-19 14:32

Í sambandi við skriðulopini í Klaksvík er tilbúgvingin og politiið byrjað at flyta fólk burtur úr økinum undir Brúnni, undir Klakki, og undir Hálsi.
Tað skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.
Eisini verður farið á eystaru síðu til gøturnar millum Hjalla, undir Grashjalla, Helnaskákið, Helnabrekku, Kjalarveg, Kráargøtu og Geilina at flyta fólk burtur.
Badmintonhøllin og KÍ-høllin eru savningarstøð.
Sí eisini: Fleiri myndir av skriðuni í Klaksvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald