![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Ein nýggjur koronatilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Tað merkir, at fimm persónar eru smittaðir í løtuni.
Eins og mikudagin og hósdagin í farnu viku, var tað ein sum kom til landið, ið fekk staðfest smittu í kanning á flogvøllinum. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina, skrivar Heilumálaráðið.
Tað hevur verið greitt seinastu tíðina, at eingin smitta ferðast runt í landinum, og tað er á flogvøllinum, at seinastu tilburðirnir av koronu eru staðfestir.
Ein koronasmittaður persónur er framvegis innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya. Tilsamans hava 414 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum - næstan 105.000 kanningar eru framdar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald