Tilfeingisgjald er ikki knúturin

Yvirskipaðar samráðingar eru í løtuni um at skipa samgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn. Onkur ósemja er um eitt týdningarmikið mál. Aksel V. Johannesen sigur, at tað ikki er tilfeingisgjald, sum ósemja er um

Aksel V. Johannesen á veg inn aftur í fundarhølið (Mynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen á veg inn aftur í fundarhølið (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-13 18:21 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Í gjár og í dag hava sonevndar yvirskipaðar samráðingar verið millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn um møguliga at skipa landsstýrissamgongu. Aksel V. Johannesen er samráðingarleiðari. Hann sigur, at fæst semja um nøkur yvirskipað mál, so ber til at fara í meiri ítøkiligar samráðingar.

Higartil hevur mann tosað um 13 høvuðsmál, sum mann hevur roynt at fáa semju um. Vit tosaðu við Aksel V. Johannesen fyri løtu síðan, og tá vildi hann ikki siga, hvat ið stóra ósemjan snúði seg um.

Klokkan 18 tosaði Kringvarpið við Aksel V. Johannesen. Tá varð spurt, um ósemjan snúði seg um tilfeingisgjald frá fiski- og alivinnuni, sum ósemja hevur verið um í valstríðnum. Tað avsannaði Aksel V. Johannesen. Semja er fingin um tilfeingisgjald, men ósemja er um okkurt annað.

Eftir ein lítlan steðg eru flokkarnir farnir inn aftur í fundarhølið í Løgtinginum, har samráðingarnar hava verið. Teir fara væntandi at halda fram ein løtu afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder