Innanlands

Tilhald í Klaksvík eisini stongt og øll tiltøk fyri eldri avlýst

- Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at øll starvsfólk í kommununi taka tilmælið frá heilsumynduleikanum í størsta álvara, og fylgja tí tilmælið, sum rátt verður til, sigur borgarstjórin

Ven og Virka verður ikki á skránni komandi tíðina (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Ven og Virka verður ikki á skránni komandi tíðina (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2020-03-10 15:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Coronavirusið er serliga vandamikið fyri eldri fólk, og tí verður eisini eyka atlit tikið í hesum døgum. Fyrr í dag boðaði Tórshavnar kommuna frá, at eldratilhaldini lata aftur í tvær vikur fyri fyrst, og at Heilsu- og umsorganartænastan hevur avlýst øll tiltøk har eldri fólk savnast

Les eisini: Tilhaldini stongd vegna corona óttan

Hetta verður eisini gjørt í Klaksvík. Klaksvíkar kommuna voðar á heimasíðu sínari frá, at Dagtilhaldið Sóljan hevur stongt í tvær vikur, og at Ven og Virka og onnur tiltøk og ítriv fyri eldri í Klaksvík komandi tíðina eru avlýst. 

-Dagtilhaldið Sóljan er eitt vælvitjað tilboð, har fleiri eldri eisini savnast til ítriv og hugna nakrar ferðir um vikuna. Ven og Virka er staðsett á Sambýlinum á Heygnum, har bæði búfólk og eldri uttanífrá venja dagliga, Fyri at verja búfólkini á Sambýlinum best, so er neyðugt at avmarkað tilboðið soleiðis, at tað bert eru búfólk á Sambýlinum, sum eru til endurvenjing, ið fáa atgongd til Ven og Virka. Aðrar venjingar verða fyribils avlýstar,

Hetta sigur Jógvan Skorheim, ið er borgarstjóri og stýrisformaður í Norðoya Bú- og Heimatænastu.

-Norðoya Bú- og Heimatænasta fylgir sjálvsagt gongdini neyvt og er til reiðar at tillaga virksemið og mannagongdir, um heilsumyndugleikarnir koma við nýggjum tilmælum. Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at tey verða tikin í størsta álvara; at vit fylgja tilmælinum og at vit taka atlit til okkara eldri borgarar 

Í Norðoyggjum eru nógv tiltøk, sum verða fyriskipaði av virknum eldri, skrivar Klaksvíkar kommuna. Bæði Virkishúsið Smæran og pensjónistafelagið Hugni skipa regluliga fyri tiltøkum fyri bæði menn og kvinnur, men Brúkararáðið í Smæruni og pensjónistafelagið Hugni hava í samráð við leiðsluna í NBH boðað frá, at næstu 14 dagarnar verður heldur onki virksemi í kjallarahæddini í Sambýlinum á Heygnum, har bæði Smæran og Hugni hava sítt vanliga virksemi.

[object Object]
(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Klaksvíkar kommuna boðar eisini frá, at í gjár var fundur fyri trivnaðarøki í kommunun, har støðan í samband við Corona smittuna varð umrødd. Tosað varð um, hvussu farast skal fram á trivnaðarøkinum, soleiðis at børn, starvsfólk og avvarðandi ikki gerast sjúk. 

- Starvsfólkini á dagstovnaøkinum gera longu nógv burturúr við at tosa við børnini um hondreinføri bæði gjøgnum sang og søgur, men í næstum verður hetta sett enn meira á breddan. Tó á ein slíkan hátt, soleiðis at børnini ikki gerast stúrin, skrivar kommunan

Jógvan Skorheim vísur á, at tað hevur týdning, at øll øki í kommununi vísa varsemi næstu 14 dagarar. 

-Eg haldi, at tað hevur ómetaliga stóran týdning, at øll starvsfólk í kommununi taka tilmælið frá heilsumynduleikanum í størsta álvara, og fylgja tí tilmælið, sum rátt verður til.

.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder