Tilhaldini fyri eldri borgarar í Tórshavnar kommunu eru nú latin aftur, og tey verða í fyrsta lagið latin upp aftur 23. mars, upplýsir heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.
Orsøkin er, at Heilsu- og umsorganartænastan í kommununi fyribils í næstu fjúrtan dagarnar avlýsir øll tiltøk, har nógv eldri fólk savnast, fyri at verja eldri borgarar ímóti korona-smittuvandanum.
Tilhaldið í Tórsgøtu, Tilhaldið í Kollafirði og Tilhaldið í Nólsoy verða stongd. Hetta eru tilhald, har fleiri eldri savnast til ítriv, venjing og hugna nakrar ferðir um vikuna.
Heilsu- og umsorganartænastan hevur fleiri venjingartilboð til eldri, bæði størri og minni lið. Tey størru venjingarliðini verða avlýst komandi 14 dagarnar. Tað merkir, at venjingarliðið í Badmintonhøllini verður avlýst. Hetta er eisini galdandi fyri liðið, sum venur í Kollafirði.
Opengym, sum Heilsu- og umsorganartænastan stendur fyri, og sum eru venjingar fyri eldri í venjingarmiðstøðini Burn, verður somuleiðis avlýst næstu 14 dagarnar.
Heilsu- og umsorganartænastan fylgir gongdini neyvt og er til reiðar at tillaga virksemið og mannagongdir, um heilsumyndugleikarnir koma við nýggjum tilmælum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald