Í døgunum 15. til 18. apríl 2020 vera føroyskt og útlendsk sjálvboðin aftur at síggja kring landið í samband við ‘Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’ átakið, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið.
Átakið var fyrstu ferð í vár, og úrslitið av arbeiðinum var so mikið gott, at avgerð varð tikin um at endurtaka tað komandi vár. Átakið er ein týðandin partur av arbeiðinum at menna Føroyar sum ferðamál.
Ætlanin er, at føroyingar í størri mun skulu taka lut í arbeiðinum næsta ár. 40 sjálvbodnir føroyingar fáa høvi at vera partur av arbeiðstoyminum. Tilmeldingin byrjar týsdagin 12. november kl. 15 á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands. Freistin at tekna seg er 16. desember. Tey fyrstu 40, sum tekna seg, sleppa við.
Visit Faroe Islands heitti fyrr í ár á kommunur og kunningarstovur um at senda inn uppskot til verkætlanir, sum tey ynsktu at fáa við í átakið. Nógv góð uppskot komu inn, og heili 14 økir vera við í átakinum næsta ár, millum annað væl vitjaði støð sum Slættaratindur og Kallsoyggin. Í 2019 vóru 10 verkætlanir. Arbeiðsuppgávurnar vera í høvuðsheitum at gera gøtur og seta vegvísarar upp, so tað verður tryggari og lættari hjá bæði føroyingum og útlendskum ferðafólkum at ferðast í Føroyum. Summar verkætlanir eru framhald av arbeiðinum ið varð framt í vár. Yvirlit yvir allar verkætlanirnar sæst her.
Fleiri enn 4.000 útlendingar hava longu skrivað seg upp hjá Visit Faroe Islands at fáa fráboðan um átakið í 2020 og øll hesi fólkini hava nú fingið boð um, at tilmeldingin letur upp týsdagin 12. november. Tað er pláss fyri 100 útlendingum, og tey fyrstu 100, sum tekna seg og rinda fyri ferðaseðil, sleppa við. Ongi krøv eru sett um serligar førleikar. Einasta treyt er, at fólkini tíma at arbeiða hart í tveir dagar. Tey útlendsku sjálvbodnu rinda sjálvi flog við Atlantic Airways, sum er við í verkætlanini, og fáa bjóðað gisting og mat afturfyri tveir arbeiðsdagar.
- Vit eru sera spent at lata upp fyri tilmeldingum, og at síggja, hvussu áhugin verður fyri at taka lut, bæði millum føroyingar og útlendingar. Vit gleða okkum at fara undir arbeiðið aftur næsta vár og vit vænta, at átakið aftur fer at prógva sítt virði í arbeiðinum at menna Føroyar sum ferðamál, sigur Jóhan Pauli Helgason, leiðari fyri menningardeildina hjá Visit Faroe Islands.
Føroyingar kunnu fylgja við arbeiðinum á Facebook her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald