Klokkan 14 í dag lat Tórshavnar kommuna upp fyri tilmeldingum til Ungt Summar.
Ungt summar er ein verkætlan hjá Tórshavnar kommunu, ið fevnir um 14 ókeypis verkstovur, sum 13-15 ára gomul kunnu luttaka í.
Endamálið er at skapa upplivingar, góðar felagsskapir og trivna millum tey ungu í kommununi í summarfrítíðini, sigur kommunan.
Til ber at melda seg til tær ymsu verkstovurnar fram til týsdagin 27. juni klokkan 13.
Verkstovurnar í ár eru hesar:
- Tekniverkstova
- Seymiverkstova
- Prent/Grafikkverkstova
- E-sportsverkstova
- Livestreaming-verkstova
- Heimasíðuverkstova
- Smúkkuverkstova
- Sangskrivaraverkstova
- Tónleikaframleiðsluverkstova
- Filmsviðgerðarverkstova
- Dungeons & Dragons-verkstova
- Leikstjóraverkstova
- Leirverkstova
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald