Innanlands

Tilsamans 1.610 atkvøður til Javnaðarflokkin á øðrum lista

Sambært Kringvarpinum og vp.fo er nýggjur listi gjørdur. Tróndur Sigurðsson er stigtakari, og alt bendir á, at Kári Johansen, Bjørg Dam og Súna Mørk eisini eru á "Kommunulistanum"

Tróndur Sigurðsson og Heðin Mortensen hava samstarvað - nú verða teir á hvør sínum lista (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tróndur Sigurðsson og Heðin Mortensen hava samstarvað - nú verða teir á hvør sínum lista (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-21 12:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinni í dag ella í morgin verður nýggjur listi almannakunngjørdur til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.

Freistin at lata valevnislistar er í morgin, tríggjar vikur áðrenn valið. 

Leysasøgur hava í eina tíð gingið um, at ónøgd Javnaðarfólk í Tórshavnar Býráðið fara at at gera nýggjan flokk saman við øðrum.

Nú nærkast til, at hetta verður almannakunngjørt sambært fleiri miðlum. 

Vágaportalurin skrivaði fyrrapartin, at listin eitur Kommunulistin og fer at hava 17 valevni. Tróndur Sigurðsson skal eisini vera ein av stigtakarunum.

Hetta seinni skrivar Kringvarpið eisini. Tað hevur annars áður verið væntað, at Tróndur Sigurðsson einaferð skuldi taka yvir fyri Heðin Mortensen.

Tað er júst tað, at Heðin Mortensen kortini ikki gevst, umframt at Elin Heðinsdóttir Joensen verður á listanum, sum hevur vakt størst ónøgd.

Sum tað eisini varð borið fram í døgurðatíðindunum í Kringvapinum, bendir alt á, at Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen Bjørg Dam og Súna Mørk øll standa á nýggja listanum.

Sí eisini: Kári Johansen fer kortini ikki at stilla upp fyri Framsókn

Hetta eru fýra av teimum seks Javnaðarlimunum í býráðnum í løtuni. Samanlagt fingu Bjørg, Kári, Súna og Tróndur 1.610 atkvøður til seinasta býráðsval, sum KVF vísir á. 

Hervið kann hetta stórliga ávirka valið í størstu kommunui í landinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder