Í kvøld skipar Kvinnufelagið í Havn fyri almennum tiltaki, har Rigmor Dam fer at greiða frá um verkætlanina “Tær góvu lív” – um kvinnur, sum doyðu í barsilssong.
Málið við verkætlanini er at varpa ljós á hendan part av søgu okkara, sum vit vanliga ikki hava tosað so nógv um. Helst tí talan er um familjulív og barnakor, um sosial viðurskifti, kynslív og heilsu, sálarfrøði og trúðarlív, alt við einum kvinnuligum vinkli.
Framløgan í Mettustovu er við til at vekja minnið um hesar lagnur, og vónandi fæst eisini samband við heimildarfólk, sum kunnu vera við til at lýsa hendan part av søgu okkara. Ætlanin er at orða eitt rit og at seta ein minnisvarða yvir hesar, sum lótu lív, tá tær góvu lív.
Tiltakið verður klokkan 20 í Mettustovu í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald