Mentan

Tim Christensen hevur tvær konsertir í Føroyum í mai

Danski tónleikarin spælir í Norðurlandahúsinum og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

2022-12-13 20:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru tíggju ár síðani at Tim Christensen, fyrrverandi forsangari í Dizzy Mizz Lizzy, hevði solokonsert í Føroyum, men næsta ár verður aftur møguligt at uppliva danska tónleikaran og sangaran her.

Felagið Hugnaløtur boðar í dag frá, at Tim Christensen fer at hava eina konsert í Norðurlandahúsinum hóskvøldið tann 4. mai og eina kvøldið eftir, fríggjakvøldið tann 5. mai, í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 

Um nú 48-ára gama danan skrivar Hugnaløtur soleiðis: 

- Tim Christensen er ein av mest markantu tónleikarunum í nýggjari danskari rokksøgu – fyrst sum frontmaður í stóra danska 90’ara rokkbólkinum, Dizzy Mizz Lizzy, og síðani sum sera væl dámdur solotónleikari. Solokarrieran varð skotin væl í gongd við útgávuni ”Secrets on Parade” í 2000, har m.a. ”Love is a matter of” seldi á leið 70.000 eindir. Eisini ”Right next to the right one” frá sjónvarpsrøðuni ”Nikolaj og Julie” frá 2002 gjørdi nakað gott við solokarrieruna hjá Tim Christensen. Síðani tá hevur hann útgivið tríggjar útgávur, har tann seinasta útgávan var framleidd í tøttum samstarvið við fasta backingband’ið, The Damn Crystals.

Atgongumerki fáast til keyps á nlh.fo og á atgongumerki.fo, verður upplýst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder