Um tú ert kløn ella klænur er ikki bara tengt at kosti og rørsluvanum. Tað vísir nýggj gransking frá Universitetinum í Cambridge. Granskarir hava kannað, um kløn fólk heva tunna kropsformin í ílegunum.
Tað hava tey. Granskarir hava fyrr kannað, um orsøkin til yvirvekt kann liggja í legunum, men hetta er fyrstu ferð, at kannað verður, um sama ger seg galdandi fyri kløn fólk.
Fleiri ilegur hava ávirkan
"90% liggur tó eftir hjá persóninum sjálvum, sum kann lætta um vektina fyri at til dømis minka um fylgissjúkur", sigur Michael Christiansen, og heldur fram:
"Men mann skal eisini minnast til, at tað er torgreiddari enn so. Fiti sum sjúka er polygen, sum merkir, at tað eru nógvar ílegur, sum eru blandaðar uppí. Tað kunnu altso vera fleiri orsøkir til, at man er yvirvektig/ur".
Somu ílegur, ið gera teg klæna/n sum tjúkka/n
Úrslitini frá kanningini vístu, at 74% av klænu luttakarunum høvdu eina familjusøgu við klønum og frískum fólkum. Granskararnir varnaðust, at ávís arvafrøðilig frábrygdi sóðust aftur í ílegunum hjá klænu luttakarunum.
"Tað eru somu ílegur, sum gera seg galdandi fri yvirvekt. Men tað finnast ymisk frábrygdi av ílegunum. Summi frábrygdi av ílegunum geva tær lyndi til at verða klæn ella klænur, meðan onnur geva tær til lyndi til yvirvekt", sigur Michael Christiansen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald