2020-08-13 10:56
Øll tey trý málini, sum vórðu løgd fram á løgtingi í dag, verða skundað ígjøgnum við fráviki frá tíðarfreistini.
Ávísir trupulleikar vóru at avgreiða atkvøðugreiðsluna, um hvørt frávik kundi gevast.
Tá løgtingsformaðurin skuldi seta atkvøðugreiðsluna í gongd, virkaði elektroniska skipanin ikki. Eftir at fundurin var niðurlagdur eina løtu, varð farið undir atkvøðugreiðslu við navnakalli ístaðin.
Tað vísti seg, at øll tey 20 tingfólkini, ið vóru kallað á fund í dag atkvøddu fyri, og frávikið varð sostatt samtykt.
Fyrsta viðgerð av uppskotunum byrjar klokkan 11.15.
Talan er um hesi mál:
10/2020 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2020-3
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald