2020-11-15 09:35

Í morgin, mánadagin 16. november, letur Tinghúsið á Hjalla upp í nýggjum kørmum.
Dugni boðar frá, at handilin er fluttur yvir í bygningin, har umsiting teirra heldur til.
Í hesum sambandi verður opið hús, har møguleiki verður fyri at síggja verkstøð og arbeiðsumstøður hjá Dugna.
Eisini verður bjóðað ókeypis kaffi, te og køka allan dagin í Kaffikrókinum í handlinum, sum letur upp týsdagin 17. november við nýggjari matskrá, har til ber at keypa sær ymiskt søtt og gott til matna.
Orsakað av koronatilmælum verður tó ikki stórvegis gjørt burturúr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald