Í morgin er Føroya Løgting kallað til fundar. Bert framløga er á skránni.
Eftir ætlan eru tað bert átroðkandi mál, sum fáa politiska viðgerð, nú landið eftur er rakt av koronasmittu. Í hesum føri er talan um at fáa eina eykajáttanarlóg samtykta, sum millum annað skal játta eykaútreiðslurnar fyri koronakanningarnar, sum verða gjørdar í hesum døgum.
Og eins og tá skundmál vóru til viðgerðar í vár, kann roknast við, at málini, sum nú verða løgd fram, verða skundað í gjøgnum.
Og eins og tá korona rakti í vár, verður tað eitt skert løgting, sum viðgerð málini.
Formansskapurin á løgtingi hevur nú lýst somu serskipan, sum var galdandi í vár.
Tað merkir, at tað bert verða 20 tingfólk innkallað. Fólkaflokkurin fær fimm tingfólk við, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi fáa fýra meðan Sjálvstýri, Framsókn og Miðflokkurin fáa eitt tingfólk við.
Einki verður tó sagt um, at tey fólkavaldu skulu bera munnbind í sambandi við tingfundin í morgin.
Tingbólkaforfólkini velja út hvørji skulu umboða teirra flokk og geva hinum boð um at vera heima, sendur í fráboðanini frá formansskapinum.
Fyri at tingið skal kunna taka avgerðir um mál, skal meira enn helmingurin av tingfólkunum vera á fundi – tað er minst 17 tingfólk.
Komandi tingfundir verða ikki almennir, og einans fólk, sum koma í beinleiðis arbeiðsørindum fáa atgongd. Áhoyrarar og fjølmiðlar fáa ikki atgongd til salin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald