Innanlands

Tjaldingarøkið letur upp seinnapartin

G! festivalurin fer so smátt í gongd seinnapartin

(Savnsmynd: G! festivalurin / James Currie)

(Savnsmynd: G! festivalurin / James Currie)

2023-07-12 14:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú nærkast av álvara til ársins G! festivalur fer í gongd. Seinnapartin byrjar so smátt í Norðragøtu, har tjaldingarøkið letur upp klokkan 16.

Seinastu dagarnar hava tey stákast óført í Syðrugøtu at seta pallar, telt og básar upp, soleiðis at klárt verður til hugnaliga festivalin.

Tað verður Benjamin Rajani, sum byrjar ballið hósdagin, og tað verður á Spæliplássinum klokkan 17.

Veðurstovurnar vilja vera við, at tað verður turt í morgin, men bæði fríggjadagin og leygardagin verður boðað frá nakað av avfalli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder