Skjótt 50 ára gamla Tjaldrið kláraði illa at fylgja við John Paul de Joria, skipinum hjá Paul Watson, tá grindaboð brádliga vóru í Hestfirði seinnapartin.
Tjaldrið hevur annars ligið á 12 fjórðingsmarkinum og hildið eygað við, um Paul Watson og hansara bróta lógina, og fara inn um markið.
Tey á John Paul de Joria fingu boðini um grind um hálvgun fýra tíðina, og settu innan fáar minuttir kósina móti Havnini.
- Vit vóru bara kedd og ørg tí vit vistu, at tað fór at taka okkum hálvan fjórða tíma at koma á staðið, sigur Paul Watson á sínari Facebooksíðu.
- Verjuskipið setti aftaná okkum, men kláraði illa at fylgja við, tí John Paul De Joria er eitt skjótari skip, sigur Paul Watson.
Nakað eftir klokkan 16 vóru 78 hvalir hildnir til í Sandagerði.
Um hálvgun sjey tíðina kom John Paul de Joria á Havnina. Alt var langt síðani liðugt, men skipið sigldi kortini inn um molan og gjørdi vart við seg.
- Vit fara út á hav aftur og bíða eftir fráboðanum um dráp. Vónandi verða vit tættari næstu ferð, sigur Paul Watson.
John Paul De Joria er í kvøld uttan fyri 12 fjórðingsmarkið aftur, eystur úr Nólsoynni.
Nýggjara vaktar- og bjargingarskipið, Brimil, er í hesum døgum á beding hjá Mest í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald