Mentan

Tjóðsavnið ger onki við Hoydalar

So leingi sum ongin játtan er til verkætlanina í Hoydølum, ger Tjóðsavnið onki við málið, sigur Herleif Hammer

(Savnsmynd: Sigmund Vang)

(Savnsmynd: Sigmund Vang)

2019-03-06 15:54 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Stutta svarið er, at vit gera onki við tað. 

Tað sigur Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum. Hann sigur, at Mentamálaráðið er í holt við at fyrireika verkæltanina. Men so leingi sum ongin játtan er, kann Tjóðsavnið ikki flyta inn í Hoydølum. 

Les eisini: LISA arbeiðir við tillaðingum

- Tað er ikki vit sum gera nakað við hetta nú, greiðir Herleif frá. 

Ætlanin hjá Tjóðsavninum er at hava móttøku, skrivstovur og starvsstovu í Hoydølum. Har er longu starvsstova í Hoydølum, men Herleif Hammer greiðir frá, at hon skal tillagast til virksemið hjá Tjóðsavninum. Men enn bíðar Tjóðsavnið eftir játtan. 

- So leingi ongin játtan er, kunnu vit onki gera, sigur Herleif Hammer at enda. 

Les eisiniEnn onki virksemi í Hoydølum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder