- Eg hevði ætla at gjørt hetta í friðartíð, og eg umhugsaði eftir støðuna í tinginum í gjár at broyta hugsan. Men eg standi fast. Eg gevist sum formaður hjá Tjóðveldi
Tá hann einaferð slapp framat at gera seg lidnan fyri vertinum í Degi og Viku, so kundi Høgni Hoydal gera tað, sum ætlanin hevði verið at gjørt hesa dagfestingina: At almannakungerða sína avgerð um at trekkja seg aftur sum formaður floksins.
Hetta gjørdi hann í beinleiðis sjónvarpi fyri løtu síðani. Høgni Hoydal var annars í sjónvarpsstovuni fyri at toa um støðuna í flokkinum eftir útsagnir og avgerðir hjá Erlingi Eidesgaard og Liljuni Weihe í sambandi við misálitsmálið í gjár.
Hesa øldina hevur Høgni Hoydal sitið sum formaður hjá Tjóðveldi. Hoyvíkingurin kom sum 32-ára gamal í 1998 brakandi inn á ting og gjørdist landsstýrismaður íw fullveldismálum og varaløgmaður.
Nógv vatn er runnið í ánna síðani. Høgni Hoydal hevur mist nakað av undirtøku til seinastu valini, og tað hevur Tjóðveldi eisini. Hann ásannaði hetta í kvøld og eisini, at tað er ikki eydnast við at fremja hugsjónina hjá flokkinum nóg væl.
Sí eisini: Høgni Hoydal hevur lagt frá sær
Sirið er fyribils forkvinna - floksting verður 2. november
Harvið er tað greitt, at Tjóðveldi skal hava nýtt forfólk. Og tað verður skjótt greitt, hvør tað verður.
Høgni Hoydal avdúkaði í Degi & Viku, at eitt eyka floksting verður leygardagin 2. november. Tá skal nýggj leiðsla veljast, og tá verður greitt hvør kemur at taka flokkin víðari.
58-ára gamli Høgni Hoydal heldur sum útgangspunkt fram sum landsstýrismaður í Uttanríkis- og Vinnumálum. Royndi politikkarin staðfesti tó, at um nýggja leiðslan fer at hava eina aðra hugsan um hetta, so hevur hann einki ímóti at traðka aftur.
Sirið Stenberg er fyribils forkvinna í Tjóðveldi.
Høgni Hoydal gjørdi eisini greitt, at avgerðin einki hevði við tað at gera, at tvey tingfólk floksins í gjár fóru ímóti ynskinum hjá flokkinum í málinum um misálit á Ingilín Didriksen Strøm.
- Avgerðin er tikin fyrr í mánaðinum, og eg havi kunnað floksleiðslu, floksfelagar, tey komu niðan til Hoyvíkar til mín, umframt løgmann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald