Tað er ikki rætt, at danska stjórnin skal avgera, nær føroysku landamørkini skulu vera opin ella afturlatin. Tað heldur Tjóðveldi, sum hevur lagt uppskot fyri tingið um at heimtaka landamørkini og marknaeftirlitið saman við løgreglu, ákæruvaldi og brotsmálaumsorgan.
– Føroyar hava onki ræði á okkara landamørkum – okkara landamørk eru í dag mørkini hjá danska ríkinum, og fara tískil heilt suður til Suðurjútland. Tað merkir, at avgerðin um nær okkara landamørk skulu vera opin ella afturlatin, liggur hjá donsku stjórnini og er sostatt ikki grundað á okkara smittustøðu, sigur Tjóðveldi, sum vísir á, at eingin smittutilburður er staðfestur í Føroyum í eina viku, og ræður tað nú um at steðga smittuni við markið.
– Sjálvsagt eigur avgerðin at liggja í Føroyum og má byggja á okkara støðu. Tað líkist ongum, at Føroyar skulu hava fyri neyðini, at spyrja donsku stjórnina, um at lata okkara egnu dyr upp. Tað, at vit sjálvi gera av, nær vit skulu lata upp og fyri hvørjum, kann bera okkum skjótt og væl ígjøgnum kreppuna.
– Hetta snýr seg einfalt og praktiskt um, at fáa tey smittubasandi amboðini, sum allar aðrar tjóðir hava og nýta, sigur Tjóðveldi í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald