![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
- Roykur og íspunnið óskil - hví finnur KVF ongantíð eina einastu søgu higani úr økinum - sum um ikki annað peikar bara eitt lítið sindur tann positiva vegin.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, hvessir pennin í sambandi við innslag um kommunuval í Degi og viku í gjárkvøldið. Sambært honum hevur almenni stovnurin lagt seg út í valstríðið í kommununi.
- Fyri hálvari aðru viku síðan búðu 4.207 fólk í kommununi, men sambært public service stovninum Kringvarpi Føroya búðu tað bert 4.155 fólk í Runavíkar kommunu í gjárkvøldið. Verður hetta lagið, gongur tað skjótt haðartil vit standa á ørvarendanum og fara útav, skrivar Tórbjørn Jacobsen á Facebook í dag.
- Er alt líka skeivt og illa frágingið í hasi miðlalýsingini, av kommunu okkara, so má Harrin seg forbarma fyri handan miðlastovnin, ið sum minsta mark má vera álítandi.
Sambært borgarstjóranum er tað ósatt, at tað ikki ber til at seta búgv í kommununi.
- Um nakrar fáar dagar eru 100 nýggj grundøkir búgvin at byggja á, og í smáu bygdunum hava grundøkir ligið tøk í áravís.
- Við hesum fari eg at ynskja KVF og valevnum teirra í Runavíkar kommunu hepna hond áfram í valstríðnum, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald