Mentan

Tobias Rahim til Føroya í heyst

Tónlistaliga fyribrigdið Tobias Rahim fer á sína fyrstu norðurlendsku konsertferð, og leiðin gongur m.a. til Føroya. Við sær í ryggsekkinum hevur hann meira enn eina hálva milliard stroymingar, 4 útseldar stadionkonsertir, og so er hann frekkur sum frensurin á pallinum. Poppkongurin framførir við Tjarnir 25. oktober

Tobias Rahim framførdi á Voxbotn 2022 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Tobias Rahim framførdi á Voxbotn 2022 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-06-02 11:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í 2022 framførdi hann á Voxbotn, og í heyst kemur hann aftur til Føroya. Hesa ferð fer hann at hava konsert við Tjarnir sum partur av norðurlendskari konsertferð, boðar Eventz Føroyar frá í tíðindaskrivi.

– Tobias Rahim er eitt mentanarligt orkuverk. Hann hevur bergtikið fjøldirnar við djørvum framførslum, har hann er húðleyst erligur, yvirlegin og sárbærur — alt í einum. Methittið “Stor Mand” hevur sett sín tunga dám á bæði lurtarar og stroymingstænastur, eins og hittið “Mucki Bar”. Tobias heldur fram við at endurdefinera, hvat eitt popplistafólk kann vera — bæði tekstliga, tónlistaliga og sjónliga.

– Nú setur hann kósina norðureftir, so nýggjar áhoyrarafjøldir sleppa at uppliva ráu orkuna, sum hevur gjørt Tobias til fólkaogn í Danmark. Leiðin gongur um Svøríki, Noreg, Grønland, Føroyar og endar heima aftur í Danmark.

– Fyri stuttum gjørdi Tobias eina endurinnspæling av lagnum “Stor Mand” saman við svenska tónleikaranum Victor Leksel (sum hevur yvir 10 milliónir stroymingar), og hann hevur eisini givið út lagið “Tæt På” saman við norsku Delara. Hetta lagið er nú av álvara farið at gera um seg á stroymingstænastunum.

– Í 2022 framførdi Tobias Rahim á Voxbotn. Tá bjóðaði hann Marius DC á pall við sær, og saman høvdu teir eitt brak av einari framførslu. Tobias er so hugtikin av Føroyum, at hann seinni í ár gevur út lagið “Tórshavn Rave”, og sjónbandalagið er eisini upptikið í Føroyum.

Eftir konsertina við Tobias Rahim fer rappbólkurin Swangah á pallin.

–  Við mongu ónærisligu hittum teirra fara vit rópandi og hoppandi inn í tað, sum óivað verður ein ógloymandi nátt. Síðani útgávuna Belials Synir (2011) hava dreingirnir í Swangah verið okkara yndis rappbólkur, og sama hvar teir spæla — og fyri hvørjum — er úrslitið tað sama: Alt gongur amok á tann mest lívsjáttandi mátan, tú kanst ímynda tær, skrivar Eventz Føroyar.

Atgongumerki verða sett til sølu hósdagin 5. juni klokkan 10. Atgongumerki fáast á eventz.fo og tjarnir.fo.

Dagførd kl. 12.06

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder