
- Ávaring til allar bilførarar á landsvegnum millum Runavík og Leirvík. Tilbúgvingin í økinum arbeiðir við reingerð á landsvegnum. Tað er toka, so vísið varsemi.
Hesi boðini kom løgreglan við um eitt-tíðina týsdagin.
Sí eisini: Olja á landsvegnum millum Runavík og Leirvík
Tað var klokkan 12.51, at ein lastbilaførari sjálvur boðaði frá, at olja var farin úr bilinum.
Hetta varnaðist førarin, tá viðkomandi kom til brennistøðina í Leirvík. Olja var byrjað at leka, nakað áðrenn lastbilurin var komin til Lambareiði.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at nógv onnur ringdu inn og boðaðu eisini frá hesum eisini.
Klokkan 15.49 í gjár kom fráboðan um, at tilbúgvingin var liðug at rudda og vaska vegin. Í sambandi við arbeiðið lá sokallað kettugrús ymsastaðni á vegnum.
Tað vóru millum annað sløkkilið í Eysturoynni, ið luttóku í arbeiðnum.
Onkur slóð av olju kann síggjast enn. Tað er møguligt, at lastbilaførarin fær eina bót, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald