Vit ynskja at takka øllum fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá ið kæri pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara andaðist.
Petur Pauli Mikkelsen
f. 25.07.1931 - d. 14.11.2024
Tøkk til tykkum í Sjóvarlon fyri sera góða røkt og umsorgan. Tøkk til abbabørn fyri góð orð á Sjóvarlon. Tøkk til Símun Jacobsen prest fyri góða og troystarríka talu við jarðarferðina. Tøkk til abbabørn og langabbabørn fyri fittan sang í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar og sangarar fyri sera vakran sang í kirkjuni og á grøvini. Tøkk til øll tykkum, ið bakaðu og skipaðu ervið so sera væl. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávu
Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold.
Familjunnar vegna
Asbjørn, Eyðbjørg, Heri og Marjun
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald