Uttanlands

Tollavtala millum ES og USA komin upp á pláss

ES-tingið hevur í dag góðkent avtaluna – sum annars varð sett í bíðistøðu, tá Trump byrjaði at hótta Grønland

Ursula von der Leyen og Donald Trump hittust á G7 toppfundi í Fraklandi í dag (Mynd: Thibault Camus/AFP/Ritzau Scanpix)

Ursula von der Leyen og Donald Trump hittust á G7 toppfundi í Fraklandi í dag (Mynd: Thibault Camus/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-16 13:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sokallaða Turnberry-handilsavtalan, sum Donald Trump og Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna samdust um á golf frítíðarstaðnum hjá Trump í Skotlandi í fjørsummar, er í dag endaliga samtykt í ES-tinginum, fleiri mánaðir seinkað.

Avtalan tekur ES toll av eini røð av amerikanskum ídnaðar- og landbúnaðarvørum, meðan USA hevur sett 15 prosent toll á evropeiskar vørur.

- Ein avtala er ein avtala, og EU heldur sín part, skrivar Ursula von der Leyan á X.

Tá avtalan hevur fingið fullan virknað fáa borgarar og fyritøkur í ES betri møguleika fyri sterkari og støðugum handli og íløgum tvørtur um Atlandshav, skrivar ES-nevndarforkvinnan.

Eftir ætlan skuldi avtalan koma í gildi fyrr í ár, men ES-tingið valdi at at bíða við tí eftir at Trump var komin við hóttanum móti Grønlandi í januar og eina amerikanska hægstarættaravgerð, sum metti revsitollin ólógligan.

Hetta fekk amerikanska forsetan til at hótta við meira tolli, um ES ikki góðkendi avtaluna innan 4. juli (amerikanska frælsis-/tjóðardagin, -red.)

Harumframt er ein sólsetursáseting í avtaluni, sum merkir at hon gongur út í 2029. Við hesum eyka trygdarventilunum kundi ein meiriluti í ES-tinginum atkvøða fyri avtaluni í dag.

Tað er tó ikki vist, at ES og USA hava lagt allar handilstræturnar aftur um seg.

So seint sum í gjár hótti Trump forseti við at leggja 100 prosents toll á franskt vín, um ikki Frakland tekur av skattir á amerikanskar tøknifyritøkur, skrivar Reuters tíðindastovan.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder