
Tað grør um gangandi fót við bygging á Strondum. Tað er serliga síðani, at Eysturoyartunnilin kom, at ferð er komið á serliga húsabyggingina.
Íbúðarbygging er tó eisini á breddanum, og jóvar kommuna hevur í dag gjørt avtalu við S/pf Dávagerði um íbúðarbygging miðskeiðis í bygdini.
Talan er um eitt dóttirfelag hjá byggifyritøkuni HVT. S/pf Dávagerði skal standa fyri íbúðarbyggingini í Dávagerði á Strondum.
Heimasíðan hjá Sjóvar kommunu skrivar, at í fyrstu atløgu verða tólv íbúðir bygdar, og verða hesar settar til sølu í næstum.
Arbeiðið byrjar longu í oktober mánaði, og ætlandi verða íbúðirnar klárar at flyta inn í á vári í 2027, skrivar sjovar.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald