
Hjúnini Hjørdis og Dánjal Petersen sum seinastu árini hava verið høvuðspastorar í City Church fara nú í farloyvi. Hetta er í sambandi við nýggja krista eftirskúlan í Skálavík, har tey bæði eru í áhugabólkinum, sum stendur fyri skúlanum.
(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
Tom Jacobsen tekur yvir sum virkandi pastorur, boðar City Church frá á Facebook. Tom Jacobsen og konan Guðrið eru longu partur av leiðslutoyminum í samkomuni. Tom hevur verið ungdómspastorur og Guðrið lovsangs samskipari.
Eftirskúlin í Skálavík, Brúgvin, heldur til har, sum Hotel Skálavík áður hevur verið. Fyrsta skúlaár er í ár, og umleið 30 næmingar ganga á Brúnni.
Hjørdis og Dánjal Petersen (Mynd: Citychurch.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald