Innanlands

Tøma nú starvsfólkabygningin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Høvuðsumvælingin er á gáttini. Alt innbúgvið og lutirnir verða latnir til Dugna - til almannagagnligt endamál. Besta mansliðið hjá Mjølni hevur hjálpt við at tøma

Talan er um nógv innbúgv, og  tí eru bingjur settar við gongubreytina á Víkavegnum

Talan er um nógv innbúgv, og tí eru bingjur settar við gongubreytina á Víkavegnum

2025-08-13 08:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í sambandi við at starvsfólkabygningurin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi skal høvuðsumvælast í næstum, verður alt innbúgvið í bygninginum nú tikið út.

Tað er alt húsarhaldsinnbúgv, so sum sengur, kommodur, stólar og borð – umframt ymisk køksting.

- Alt innbúgvið og lutirnir verða latnir til Dugna, til almannagagnligt endamál. Talan er um nógv innbúgv, tí verða bingjur settar við gongubreytina á Víkavegnum. Vit biðja tykkum halda okkum til góðar hesa tíðina, skrivar Klaksvíkar Sjúkrahús á Facebook-síði sínari.

[object Object]
Mynd: Klaksvíkar Sjúkrahús

Norðlýsið skrivar, at menninir hjá Mjølni vóru og hjálptu til við at rudda  tær fimm íbúðirnar í gjár, týsdagin. Afturfyri fingu teir nakrar krónur til felagið, 

Hetta er í samband við teirra luttøku í CEV Challenge Cup í heyst, har Mjølnir skal spæla móti liði úr Niðurlondum. 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder